Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum er saman í løtuni í sambandi við Nations League-dystir móti Aserbadjan og Kypros.
Eyðvør Klakstein er í hópinum, og hon hevur góðar vónir til hesar dystirnar. Munurin á liðunum er ikki stórur, og tí fara Føroyar eftir øllum stigum.
Eyðvør vísir eisini á, at liðið er í eini spennandi menning, nu Signe Pries Andersen hevur tikið við starvinum sum høvuðsvenjari.
Nú leggja vit okum í størri mun eftir at hava bóltin, og tað dámar mær væl, sigur hon.