Góðan morgun Føroyar

Ítróttatingið varpar ljós á fráfall hjá føroyskum kvinnum


Listen Later

Andras Nolsøe frá Ítróttasambandi Føroya og Eyðvør Klakstein, fótbóltsspælari, sum arbeiðir við ítróttasálarfrøði, eru á einum máli, um at tað er fleiri ymiskar orsøkir til, at gentur gevast at íðka ítrótt.
Ein kanning vísir, at tær ikki tíma so væl at kappast, at stóra trýstið ger, at tær missa hugin og aðrar halda ov nógv fokus vera á tað kroppsliga.
Eyðvør Klakstein, sum hevur tikið bachelor í sálarfrøði á The Open University og master í ítrótta- og rørslusálarfrøði á Staffordshire University í Onglandi, er komin fram til, at gentur ofta mangla eitt greitt mál og sakna tann góða felagsskapin.
Á ítróttatinginum verða tríggjar framløgur.
Christina Roslyng, ið er kend sum vinstri vongur á danska kvinnulandsliðnum í hondbólti, fer eitt nú at tosa um, at tey á kvinnulandsliðnum hava megnað at skapa eitt eitt sálarliga trygt umhvørvi .
Eyðvør Klakstein hevur framløgu um fráfall millum úrvalsíðkarar og ov fáar kvinnuligar fyrimyndir.
Eisini hugleiða Gunn Ellefsen og Mark Marcher um tilgongdina hjá HSF til gentur og kvinnur í føroyskum hondbólti.
Ítróttatingið 2024 verður í  Finsen í Havn hóskvøldið 23. mai frá kl. 19.00-21.30.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Góðan morgun FøroyarBy Kringvarp Føroya

  • 5
  • 5
  • 5
  • 5
  • 5

5

3 ratings


More shows like Góðan morgun Føroyar

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners