Í november boðaði Jóannes Bjartalíð frá, at hann skifti barndómsfelagið KÍ út við norska 1. deildarliðið Fredrikstad, og hetta hálva árið hevur Jóannes sostatt havt sín gerandisdag í norska býnum Fredrikstad.
Hann er í Føroyum í hesum døgum, tí leygarkvøldið spælir føroyska A-landsliðið í fótbólti dyst móti Kekkia á Tórsvølli.
Í samrøðuni greiðir Jóannes Bjartalíð frá lívinum sum fótbóltsspælari í Noregi, skiftinum til norskan fótbólt, truplu byrjanina við skaða og hvussu tað er at standa "á egnum beinum" bæði á vøllinum og uttanfyri.