"Gódan morgun úr Havn fer ikki longur at vera fastur táttur hjá mær á facebook. Eg havi gjørt tad í 14 ár, men fari nú at gevast vid tí. Eg eri nú 81 ára gamal, men fari framvegis at fylgja vid á facebook".
Tað skrivaði Jógvan á Dul á facebook í farnu viku, nú hann gevst við fasta táttinum at leggja myndir út á facebook hvønn dag. Hóast hann gevst við at taka myndir, ætlar hann framvegis at ganga túrin.
Morgunsendingin var við, tá Jógvan gekk vanligu leiðina uttan at taka myndir. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri.