Kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála eru føroyameistarar á fyrsta sinni, U21 hondbóltslandsliðið spældi seg til HM endaspælið,
A-landsliðið í fótbólti setti met. 2017 hevur verið eitt gott og hendingarríkt ítróttarár.
Fleiri góð úrslit hava verið og fleiri nýggj met eru sett, bæði innanlands og uttanlands. Vit líta aftur á árið við innsløgum og gestum í sjónvarpsstovuni.Vit fara at tosa við fleiri ítrottarfólk, sum so ella so hava verið við til at gera hetta árið minningarríkt. Saman við teimum hyggja vit bæði frameftir og aftureftir.