Konsertin tók støði í sjónvarpssendirøðini "Minnist tú enn", sum Kringvarpið sendi fyri nøkrum árum síðani.
Magnus Johannesen setti løgini út fyri orkestrið. Gestasangarar eru Kristina Bærentsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Sámal Ravnsfjall og Carlsen systrarnar.
Sigurður Flosason stjórnar orkestrinum, og Suni Merkistein, sum gjørdi sendirøðina "Minnist tú enn" saman við Hans Peturi Hansen, er frásøgufólk á konsertini.
Kringvarp Føroya tók konsertina upp.