Jóla- og nýggjárssendingar

Jóla- og nýggjárssendingar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Jóla- og nýggjárssendingar episodes

  • Sansa Føroyar
    SANSA Føroyar er debutkonsert hjá saksofonistinum Kristina Thede Johansen. Fimm nýggj føroysk tónlistaverk verða framførd av einum úrvali av Føroya fremstu tónleikarum. Njótið eina ferð ígjøgnum føroyska søgu og mentan við tónleikinum í hásæti.
    1 hr 7 min
  • Jólakonsert úr Ebenezer
    Árliga jólakonsertin í Ebenezer í miðbýnum í Havn. Á skránni er Ebenezerkórið og gentukórið Aloe, umframt solistarnir, Erla Bech Nolsøe, Bárður á Lakjuni, Marjun Wolles og Bárður Tindskarð.
    1 hr 34 min
  • Kristiliga Sangkórið 70 ár
    Kristiliga Sangkórið í Havn hevði 70 ára jubileumskonsert í Finsen leygardagin 25. novembur. Súsanna Brattaberg, sum nú er kórleiðari, stjórnaði fleiri sangum. Og nakrir aðrir fyrrverandi kórleiðarar sluppu eisini fram at. Teir eru Knút Olsen, Fróði Sandoy og Sámal Matras Kristiansen, sum eisini sang tveir sangir solo.
    36 min
  • Nýggjársgesturin 2024: Steinar Eirikstoft
    Tað stóð nógv á sjúkrahúsverkinum, tá ið tað varð rakt av verkfalli í útvið sjey vikur. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar legði arbeiði niður, og støðan broyttist javnan við stuttari freist.
    Eisini í aðrar mátar hava stórar avbjóðingar verið seinastu árini, eitt nú við eini koronufarsótt og einum toppmodernaðum H-bygningi, sum gjørdist væl dýrari enn nakar hevði væntað. Og samstundis skulu tey trý sjúkrahúsini fáast at virka sum ein heild, øllum at gagni.
    53 min
  • Árið, ið fór í mentan 2021
    2021 hevur verið eitt hendingaríkt og áhugavert mentanarár, hóast at krúnusóttin hevur argað.
    Í hesi nýggjárssending líta vit aftur á og borðreiða við einum úrvali av tí, sum er hent á mentanarøkinum í Føroyum í 2021.
    Vegna korona hava vit í ár valt ein eitt sindur ørðvísi leist fyri sendingina, enn onnur ár. Heldur enn at gera greinandi samrøður um mentanarárið, lýsa vit tað við ljóðbrotum og teksti úr Nón-sendingunum í 2021.
     
    Lagt til rættis: Leif Láadal og Lív Mikkelsen
    2 hr 5 min

About Jóla- og nýggjárssendingar

From the publisher's feed

Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.