Poul Vang úr Nólsoy var álitismaður hjá Føroya Fiskimannafelag í Nólsoy. Hann var við í rokinum, tá stóra fiskimannaverkfallið var í 1954.
Saman við Streiku Frederikki var hann úti í Tinganesi og tingaðist við landsstýrismannin Hákun Djurhuus í eini roynd at loysa knútin.
Poul giftist í 1955 danskari gentu, sum var komin til Føroya at ferðast saman við eini nólsoyargentu. Hann var nú skipari á doktarabátinum Reyðakrossi, til tey í 1959 fluttu til Danmarkar.