Fyrrverandi almannastjórin Tommy Petersen hevur seinastu 20 árini arbeitt fyri Danida í ymsum londum. Har hevur hann eisini havt høvi til at kunna seg jól og jólasiðir í londonum. Lagt varð fyri í Nepal í Asia um aldarskiftið. Seinni var hann hálvt ár í Basra í Iraq, har hann helt, at hann skuldi vera kommunustjóri. Familjan helt jól í Cairo í Egyptalandi. Seinni vóru Tommy og konan Maja í Egyptalandi nøkur ár. Hann skuldi læra egyptarnar at decentralisera leggja teimum lag á decentral-isera. Kanska mest forkunnuga uppgávan var í sjálvum Palæstina árini 2013-2016.