Í seinna partinum í nýggju stuttrøðini um Hargaskaldið Poul F. verður greitt frá áhaldandi stremban hansara at verða viðurkendur sum eitt av fremstu skaldum í Føroyum.
Poul F. kendi seg at vera fyri vanbýti og mismuni sum eitt umstrítt og forfjónað útjaðaraskald. Hann fór í hernað móti tí, ið hann skírdi hitt mentanarliga parnassið í Havn. Hann kennir seg tvíbýttan. Heimkærur er hann sum fáur, og unnist tí best í Suðuroy.