Keypsmynstrini í føroysku matvøruhandlunum eru broytt. Alt er vorðið dýrari seinasta árið orsakað av inflatiónini, og tað er vorðið dýrari hjá matvøruhandlum at keypa inn.
Tí er sølan dýrkað eisini. Hetta ávirkar keypsmynstrini, og hvussu og hvat fólk keypa.
Millum annað keypa fólk meira tilboðsvørur nú, og fleiri keypa eitt sindur meira inn undir seg av tilboðum, sum halda sær leingi ella kunnu frystast.
Harafturat keypa fólk meira av grovum grønmeti, sum hevur betri haldgóðsku enn fínt grønmeti. Til dømis røtur og annað heldur enn salatbløð.