- Munurin er ómetaliga stórur.
Soleiðis sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, um munin at vera stjóri í dag og fyri 30 árum síðani.
Á Leiðaradegnum í fjør gjørdist Leif Abrahamsen ársins leiðari í almenna geiranum.
- Tá eg byrjaði í stjórasessinum sum 32 ára gamal vildu starvsfólkini siga tygum við meg, men tað dámdi mær als ikki. Harafturat komu øll til mín við alskyns spurningum. Í dag er tíbetur øðrvísi, og mær dámar tað væl, sigur Leif Abrahamsen.