Sendingin kastar ljós á størsta reiðarí í Íslandi, Samherja, og illgrunasama virksemi teirra í Namibia. Seinastu árini hevur Samherji goldið meir enn eina milliard íslendskar krónur til fólk í valdsmiklum størvum í Namibia fyri at útvega sær fiskikvotur. Samherji hevur havt stóran vinning av virksemi sínum í Namibia og harafturat brúkt skattaskjól við tí fyri eyga at flyta vinningin úr landinum. Sendingin byggir á upplýsingar, sum hava likið út til Wikileaks, og sum Kveikur hevur kannað saman við AL Jazera Investigation Unit og ´Stundin´.