Hvussu uppfata tær samfelagið? Hvussu liva tær í tí? Og hvussu uppfatar samfelagið tær?
Í trimum sendingum fara vit á rannsóknarferð í átta kvinnulistarlívum, har ljós verður varpað á ein samfelagsbólk, ið livir undir annarleiðis lívskorum enn tær kvinnur, ið hava fast starv við fastari løn, eftirlønar-, tryggingar- og frítíðarskipan, stjóra og starvsfeløgum.