Cazador de Ostras er heitið á 8. heildarútgávuni við Teiti. 12 sangir á enskum og føroyskum málið eru á útgávuni, ið er tikin upp av Feco Escofet í Mawi, Buenos Aires, Argentina.
Teitur hevur framleitt, skriva og lagt til rættis teir tólv sangirnar á útgávuni. Tekstirnar hevur hann skriva allar, meðan tvey løg eru gjørd saman við Pam Sheyne. Aron Friedman, Jeff Cohen, Jesse Valenzuela og Judith Holofernes eiga eisini ein leiklut í hvør sínum lagi.
Teitur spælir nógv ymisk ljóðførið á útgávuni, so sum akkustiskan og elektriskan guitar, bass, piano, rhodes, trummumaskinu, samplara og synthesisarar. Afturat sær hevur hann argentinskar tónleikarar, sum Axel Krygier and Lucio Mantel hava fingið til vega.