Crossing er heiti á fyrstu EP''ini, sum Ragnar Finsson hevur givið út sum "Horrse". Ragnar hevur gjørt bæði orð og løg til teir 4 sangirnar á enskum máli, ið eru á EP'ini, sum plátufelagið Tutl gevur út.
Crossing er framleidd av Høgna Lisberg, meðan Finnur Hansen hevur ljóðblandað, og mastera.
Tónleikarar á útgávuni eru:
Ragnar Finsson, sang og guitar.
Árni Jóhannesson spælir bass.
Høgni Lisberg, trummur og ásláttur.
Kristian Pauli Ellefsen spælir Rhodes & ljómborð.