Eftir Klaksvíksvegnum er heitið á nýggjari heildarútgávu, sum Steintór Rasmussen hevur latið úr hondum.
Steintór hevur gjørt bæði orð og løg til teir tólv føroysku sangirnar á útgávuni, sum er tikin upp í Mike Studio og EB studio í Klaksvík, Tanggard Studio í Nólsoy og Studio Bloch í Tórshavn.
Talan er um eina rúgvismikla og fjøllbroytta verkætlan við luttøku av tjúgu ymiskum tónleikarum, kórinum Tarira, umframt tólv gestasangarum.
Kim Hansen hevur lagt tónleikin til rættis og framleitt flestu sangirnar, meðan Mikkjal Hvannastein hevur framleitt tveir. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað útgávuna í Fix'n Mix studio í Keypmannahavn.