Bólkurin Páll Finnur Páll, klintra í løtuni á hittlistum í Íslandi, Páll Oddur Rubbeksen greiður frá gongdini í okkara grannalandi fyri norðan.
Jón Eliassen, tónleikafrøðingur og sangskrivari, er klárur við sínum debut solo- staklagið. Jón greiðir frá og frumframførur spildurnýggja sangin "You Got The Fire".
Dania O. Tausen, kend frá bólkum sum Reality Bytes, VSJ og Sway, hevur givið trý stakløg út seinastu mánaðirnar. Dania er gestur í sendingini.
Jasmin Mote, er aktuel við nýggjum staklagið, og fer við bólki sínum Jasmin í næstum á konsertferð í Føroyum. Ringt verður til Jasmin fyri at fregnast um ætlanirnar.
Eyðfinn Jensen er vertur í Kvørnini.