"Glotti" er heiti á fyrstu heildarútgávuni við duoini Land Of Maybe, ið er mannað við Edith Dahl Jacobsen og Allan Tausen.
8 sangir, 3 á føroyskum og 5 á enskum máli, eru á útgávuni, ið er tikin upp og ljóðblandað av Theodor Kapnas í Studio Bloch, og framleidd av Mikael Blak og Land Of Maybe.
Allan Tausen og Edith Dahl Jacobsen hava gjørt flestu sangirnar í felag, men aðrir sangskrivarar eru eisini við í nøkrum førum.
Tónleikarar á útgávuni eru:
Edith Dahl Jakobsen: Sang
Allan Tausen: Sang, kassa-, el- og baritone gittar
Filip Zachariassen: Kassa- og el gittar
Mikael Blak: El- og kontrabass
Magnus Johannesen: Hammond, Rhodes, flygel og Minimoog
Brandur Jacobsen: Trummur og slagverk
Jákup Zachariassen: Steel gittar