"Hola" er heiti á triðju solo útgávuni hjá Fróða Hansen. 8 løg eru á útgávuni, eitt er instrumentalt, meðan hini 7 løgini øll hava føroyskan tekst.
Fróði hevur sjálvur gjørt bæði orð og løg í tíðarskeiðinum millum 2016 og 2018. Fyrr hevur hann altíð gjørt løg við guitara, men hesaferð hevur hann komponera øll løgini á klaveri.
Mattias Kapnas og Fróði Hansen hava framleitt útgávuna í felag, meðan Theodor Kapnas tók upp og ljóðblandaði løgini í Studio Bloch í Havn.