Tíggju sangir á enskum máli, eru á útgávuni, ið varð givin út talgilt tann 28. februar í ár, og nakrar vikur seinni á LP plátu.
Heiðrikur á Heygum hevur sjálvur skrivað allar sangirnar, tó tríggjar saman við danska vinmanni sínum Sebastian Lundbjerg.
Upptøkurnar vórðu gjørdar í einum - eftir "one take" hugsjónini - í Hjlóðriti studio, ið er eitt hitt elsta og mest virda upptøkuhølið í Íslandi.
Strúkarar við Budapest Art Orchestra, vórðu tiknir upp í East Connection Music Recording í Budapest.