"ÓJÓ" er fyrsta EP'in við bólkinum Tunghoyrt, sum av álvara gjørdi vart við seg fyri fyrstu ferð í Sement tónleikakappingini í 2025 við melodiskum rock sangum og orkufullum live-framførslum.
Á útgávuni ÓJÓ eru seks sangir á føroyskum máli, sum limirnir í bólkinum hava skrivað í felag.
Tunghoyrt eru:
Jóni Strøm, sang
Helge Marius Greve, guitar
Bjarni Jakobsen, trummur
Erik Reynheim, bass
Benjamin Petersen hevur tikið upp, lagt til rættis, framleitt og ljóðblandað sangirnar, meðan Raelynn Janicke hevur frumbandað útgávuna.
Plátufelagið Tutl hevur givið "ÓJÓ" út.
Skotsmál:
7/10 stjørnum: Regin Toftegaard
6/10 stjørnum: Ári Rouch
Eyðfinn Jensen er vertur.