Á EP'ini "Overnight Sensation" eru 4 sangir á enskum máli, sum Jón Eliassen úr Leirvík hevur skrivað, útsett, spælt inn, tikið upp, framleitt og ljóðblandað.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikaslagið á útgávuni er fyri tað mesta pop tónleikur, við íblástri frá synth-pop, city-pop, electronica og jazz tónleiki.
Tekstirnir snúgva seg um einsemi, at trúgva upp seg sjálvan og at flýggja frá veruleikanum.
Páll Oddur Rubbeksen og Birgar Larsen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.