"Runnin ár" er heitið á sjeyndu heildarútgávuni við Halli Joensen.
Tólv sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum Jákup Zachariassen hevur framleitt. Jákup hevur eisini gjørt tey flestu løgini, tvey saman við Halli, eitt saman við Halli og Jessicu Joensen, og eitt lag saman við Pætur við Keldu. Harumframt eru tvey tøkuløg hjá Alan Taylor og Buck Owens við á útgávuni .
Tekstirnar eiga Martin Joensen, Niclas Johannesen, Kemm Poulsen, Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen og Jákup Zachariassen.