Tólv sangir, níggju á enskum og tríggir á føroyskum máli, eru á plátuni, ið er tikin upp í Studio Bloch, Sauna Recordings, The Space studios og í Bunkaranum.
Eivør hevur skriva øll løgini, og hevur samstarva við fleiri aðrar sangskrivarar um bæði løg og tekstir. Marjun Kjælnes hevur skrivað teir tríggjar føroysku tekstirnar á Segl.
Framleiðsluna hava Eivør Pálsdóttir og Tróndur Bogasson staðið fyri. Bretski framleiðarin Daniel Heath, hevur framleitt eitt lag og tvey í samstarvi við Eivør og Trónda. Høgni Lisberg hevur framleitt ásláttur og beats.
Mike Cave úr LOFT í Liverpool hevur ljóðblandað og mastera útgávuna.
Tónleikarar á Segl eru:
Mikael Blak, Bass, synth og vocoder
Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummir og beats
Hallur Johnsson, beats
Matthias Kapnas, piano og rhodes
Fieke Van Den Hink, harmoniku
og kvartettin Who Killed Bambi, strúkarar