"Sorry I'm A Libra" er heiti á debut-útgávuni við Marionnu Winter.
Marianna hevur gjørt bæði orð og løg til teir 4 sangirnar á enskum máli, ið eru á EP'ini. Sangin "Voodoo" hevur hon skrivað saman við svensku Pauleen, og "BMM" (Busy Making Money) er gjørdur í samstarvi við Beinir.
Per Ingvald Højgaard Petersen hevur framleitt sangirnar, meðan Finnur Hansen hevur ljóðblandað og mastera útgávuna, sum plátufelagið Tutl hevur givið út.