Fimm nýskrivaði løg, fýra sangir og eitt millumspæl við upplestri, eru á plátuni "Symphony of Storms", sum er tikin upp í Studio Bloch og í Introvers Studio í Runavík, har framleiðarin, Hans Poulsen, eisini hevur ljóðblandað og mastrað løgini.
Tey sum manna Reality Bytes eru: Dania Oddmarsdóttir Tausen, Ingmar Berg Mikkelsen, David Simonsen, Pauli Reinert Poulsen og Tórður Dam Jacobsen.