Seks skeringar á enskum máli eru á EP'ini, ið er givin út talgilt, á fløgu og á vinyl plátu.
Marius DC - Marius Dam Christophersen - hevur sjálvur skrivað allar tekstirnar. Løgini og beat'ini hevur hann gjørt saman við Per Ingvald Højgaard Petersen, ið eisini hevur framleitt plátuna, og saman við sínum DJ og samstarvsfelagað Jónas Langgaard.
The MZA EP er tikin upp og ljóðblandað av Theodor Kapnas í studio Bloch. George Nerantzis hevur staðið fyri mastering.