Læn mær eitt oyra

Læn mær eitt oyra

Download on the App Store

Læn mær eitt oyra episodes

  • Set orð á pengar

    Cecilia Noløse Sørensen hevur instagramvangan Fíggjarligt frælsi, har hon tosar púra opið um pengar. Hon greiðir sínum fylgjarum frá síni løn, skuld, forbrúki, fíggjarligum málum og ivamálum. Við vanganum vil hon vera við til at bróta tabu - at læra seg og onnur at tosa um pengar - tí sum hon sigur, opinleikin um pengar kann geva okkum eitt betri yvirlit yvir okkara fíggjarstøðu. 

    Í hesum poddinum tosa vit við Ceciliu um, hví vit tora so illa at tosa um pengar. Vit tosa eisini um kvinnur og pengar, forbrúk og vegin til fíggjarligt frælsi. 

    23 min
  • Ert tú rætt tryggjað/ur?

    Tað kann gerast sera dýrt, um tú ikki hevur røttu tryggingarnar, so tí er tað umráðandi, at tú ert rætt tryggjað/ur. 

    Heidi í Homrum, sum er privatkundaráðgevi hjá Trygd, greiðir frá, hvørjar tær mest vanligu tryggingarnar eru, og hvat tær dekka. Eisini kemur hon við dømum um, hvat fólk ofta brenna seg av í sambandi við tryggingar. 

    Lurta og vita, um tú hevur tær røttu tryggingarnar. 

    20 min
  • Árið, ið fór

    Hvat hevur eyðkent búskapargongdina Í 2022? Hvat kunnu vit vænta okkum av 2023? Og er orsøk til at stúra fyri gongdini komandi tíðina? 

    Tað spyrja vit Turið F. Arge, stjóra í BankNordik, um í hesum poddinum. 

    18 min
  • Gert tú mun?

    At liva burðardygt er gott fyri samvitskuna, men er tað eisini gott fyri pengapungin? 
    Í hesum poddinum tosa vit við Kára Mortensen, leiðara á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Vit spyrja hann, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt í gerandisdegnum, og hvussu nógv vit kunnu spara. 

    23 min
  • Deildin á Tvøroyri 100 ár

    Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina. 
    Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin  - so tað var ikki av tilvild, at ein deild varð stovnað júst har. 
    Í poddinum greiðir Jens Arni Leo Hammerfoss, søgufrøðingur, frá tíðini, tá ið bankadeildin á Tvøroyri varð stovnað, og hvussu samfelagið á Tvøroyri var í 1922. Eisini greiðir hann frá, hvussu bankin sum heild er broyttur hesi seinastu 100 árini. 

    25 min
  • Hækkandi rentur

    Renturnar eru hækkaðar nógv seinastu tíðina. Men hví hækka renturnar, og hvussu ávirka høgu renturnar vanliga føroyingin? 

    Tað spyrja vit Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á íløgudeildini hjá BankNordik. 

    15 min
  • Ung og pengar

    Vit hoyra nógv um, at tey ungu vita ov lítið um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum og síni fíggjarviðurskifti. Men hvør er leikluturin hjá foreldrunum, tá tað kemur til fíggjarviðurskiftini hjá børnunum? Og eru nøkur góð ráð til foreldrini, um hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum at fáa sunnar pengavanar? Í hesum poddinum gevur Anja Rein, deildarstjóri í deild Tórshavn í BankNordik, okkum nøkur góð ráð.

    16 min
  • Burðardyggar íløgur

    Vit skulu vera meira og meira burðardygg.  Eisini tá tað kemur til íløgur.  Men hvat er ein burðardygg íløga? Og hvat fær ein burturúr at gera burðardyggar íløgur?

    Í hesum poddinum tosa vit við Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á Íløgudeildini í BankNordik, um at gera burðardyggar íløgur.

    16 min
  • Bústaðarlán

    Hvat skal til fyri at fáa lán til at keypa eini hús? Hvussu stór skal eginfíggingin vera? Og hvat ger man, um man ikki fær lán til síni dreymahús? 
    Í hesum poddinum tosa vit við Anju Rein, sum er leiðari á deildini í Havn, um bústaðarlán og um hvat skal til fyri at fáa fígging til dreymahúsini. 

    19 min
  • Bústaðarkeyp

    Hvussu tryggjar tú tær, at tú keypir eini hús í góðum standi? Og um tú skalt selja, hvat skalt tú so gera fyri at fáa sum mest fyri húsini?
    Í hesum poddinum tosa vit við Petur Mohr Niclasen, stjóra í Skyn, sum gevur góð ráð til teirra, ið annaðhvørt skulu keypa ella selja eini hús. Eisini gevur hann eitt yvirlit yvir gongdina á bústaðarmarknaðinum í Føroyum. 

    29 min

About Læn mær eitt oyra

From the publisher's feed

Læn mær eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.