
Sign up to save your podcasts
Or


Vanligt hevur verið, at tú fært pengar fyri at hava pengar standandi á kontu, og at tú rindar fyri at lána pengar. Men nú skalt tú rinda fyri bæði at lána og at eiga pengar. Hvussu ber hetta til?
Í hesum poddinum tosa vit við Turið F. Arge, rakstrarstjóra í BankNordik, um negativa rentu.
Tann fíggjarligi parturin fyllir ofta nógv, tá ið vit skulu skiljast: Skal alt deilast líka? Hvussu við barnapengum? Hvønn týdning hevur serogn? Og hava vit yvirhøvur ráð at skiljast?
Í hesum poddinum hoyra vit Jóhan E. Simonsen, løgfrøðing, greiða frá, hvat hendir við pengunum, tá ið eini hjún fara hvør til sítt.
Kvinnur hava í miðal lægri inntøku enn menn, lægri pensjónssamansparing og gera ikki so nógvar íløgur sum menn. Men hvussu ber hetta til? Og hvat kunnu vit gera fyri at rætta fíggjarliga munin millum kynini?
Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik, svarar hesum og mongum øðrum spurningum um fíggjarstøðuna hjá kvinnum í Føroyum.
Í hesum poddinum tosa vit um arv. Hvat er arvur? Hvør arvar hvønn? Kann eg gera børnini og makan arvaleys? Hvat er eitt testamenti? Og hvussu kann eg tryggja meg og míni nærmastu?
Jóhan E. Simonsen, løgfrøðingur, svarar hesum og fleiri øðrum spurningum um arv og testamenti.
Í hesum poddinum viðgera vit pensjón: Hvussu nógv eigi eg at spara saman í pensjón? Eru lívstryggingar neyðugar? Og hvat kann eg fáa burtur úr at gera íløgur við pensjónini?
At svara hesum - og mongum øðrum spurningum um pensjón eisini - hava vit fingið Fríðu Zachariasen, kundaráðgeva, og Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á íløgudeildini í BankNordik.
Fyri tey flestu hava jólini ivaleyst verið dýr. Og áðrenn vit vita av, kemur summarið við ferðum, festivalum og øðrum stuttligum innsløgum, sum eisini kosta. Men hvussu haldi eg skil á pengunum, og hvussu fái eg tamarhald á míni nýtslu og ikki øvut?
Sæunn Noløse, leiðari á deildini í Saltangará, greiðir frá, hvussu tú kanst skipa tína fíggjarstøðu og sleppa undan fíggjarligum fellum.
Hvat er ein íløga, og hvat kann eg fáa burtur úr? Við hesum poddinum kanst tú fáa grundleggjandi vitan um íløgur, og hvussu tú kemur væl frá byrjan.
From the publisher's feed