Fiskiskapurin hjá frítíðarfiskarum í Saksun hevur verið brúkligur í ár, heldur Jens Christian Carlsson. Nógvi alilaksurin, sum slapp út í fjør, er eisini komin niðan í Saksunarvatn, og hann ávirkar. Nógv trýst er á laksavøtnini, Leynavatn og Saksunarvatn, so vit áttu at umhugsa at fingið onnur laksavøtn, heldur Jens Christian.
Jógvan Thomsen er náttúruáhugaður sum fáur. Á túrinum suður á Borðuna greiðir hann frá fugli, seyði, náttúrufyribrigdum og søgu og siðsøgu. Vit eru í Kassunum, Millum Klettarnar og við Hólmavatn.