Fróði Løkságarð er samvertur í sendingini, sum er eitt Depeche Mode-marathon, tí tónleikurin hjá Depeche Mode fyllur alla sendingina.
Depeche Mode, ið gav sína fyrstu plátu út heilt aftur í 1981, hava júst givið sína 15. studioplátu út, "Memento Mori".
Depeche Mode, Memento Mori
Memento Mori merkir ein áminning um, at vit skulu doyggja.
Tíverri vildi so illað til, at ein av stovnarunum av Depeche Mode, Andrew Fletcher, brádliga andaðist fyri einum ári síðani, 60 ára gamal.
"Memento Mori" er ognað Andy Fletcher, hóast heitið á plátuni var valt, áðrenn hann andaðist.
"Memento Mori" og Depeche Mode eru tema í sendingini.