Summi tíðarskeið, tá avgerandi tøknilig framstig verða gjørd, valdar stórt bjartaskygni millum fólk og lond. So var eisini upp undir aldaskiftið 1900, tá 30 føroyingar fóru á vinnuliga og mentanarliga heimsframsýning í Bergen. Framsýningin var frá mai til oktober í 1898.
Fleiri enn 2.700 framsýnarar úr mongum av heimsins londum sýndu fram nýtt og gamalt innan fiskivinnu, landbúnað, ídnað, handverk og tøkni. Føroyingarnir fingu stóran íblástur á ferðini, og teir vunnu eisini heiðursmerkir fyri ymiskt, teir sjálvir sýndu fram.
Skrivað og lagt til rættis: Uni Arge.
Sett saman: Høgni Fagraberg.