Nógv okkara brúka í dag einans myndatóli á fartelefonini, tá myndir skulu takast.
Men hvat eigur tú at hugsa um, tá tú tekur myndir við telefonini, soleiðis at úrslitið verður so gott sum gjørligt?
Í morgunsendingini gevur Beinta Haraldsen góð ráð. Hon hevur nógv ár á baki sum fotografur og undirvísir einstaklingum og fyritøkum í at taka myndir við fartelefon.