Kleynur, rullupylsur, konfekt, ræst kjøt og nógv annað.
Í desember eru tað fleiri fólk, sum matgera og síðani selja matin í onkrari jólasølu.
Men hvør kann selja mat, og nær krevst løggilding frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni?
Í morgunsendingini greiðir Malan Mikkelsen, leiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, frá løggilding og sølu av ymiskum matvørum.