Løgmanstíðin á Steig er mest týðandi tátturin í Sandavágs søgu. Henda tíðin byrjaði í 1555, tá løgmaður fekk hendan stóra garðin í bygdini. Tíðin helt á til løgmansembætið varð niðurlagt í 1816.
Hesi næstan 300 árini sótu bæði góðir og illir løgmenn á Steigini. Nógvir vóru føroyingar, men aðrir vóru danir, norðmenn og íslendingar.
Tann fyrsti var Guttorm Andersen úr Sumba, og tann síðsti var faðir málmannin V.U. Hammershaimb, sum varð føddur á Steigagarði fyri 200 árum síðani, tann 25. mars í 1819.