Píkatráður, knívur, ein dripin hani og skitnar blæur.
Hetta er nakað av tí, sum ruskinnsavnarar viðhvørt møta sum tað fyrsta, tá teir heinta ruskposar.
- Sum heild virða fólk okkum og okkara arbeiði, men tað kemur fyri, at vit kunnu skera okkum ella onkursvegna koma illa fyri, tí fólk ikki hava hugsað seg nóg væl um, tá tey hava lagt okkurt í ruskposan, sigur Jákup Petur Djurhuus.
Saman við Ára Arge og Tórði Frankson Joensen er hann partur av einum toymi, sum hvørja viku heintar húsarhaldsburturkast í Havn.