Oline helt ikki nógv um undirvísingina hon fekk í framhaldsdeildini, tá tað snúið seg um mannarættindi, og í staðin fyri at seta seg afturá og suffa um tað, fór hon undir at gera undirvísingartilfar á føroyskum.
Úrslitið gjørdist ein bóklingur, sum er 52 síður til longdar, og sum skúlar kunnu fáa ókeypis til sínar næmingar, og sum Oline sjálv hevur gjørt úr enda í annan. Hon hevur leitað sær kunning, skrivað og myndprýtt, og so hevur hon eisini skaffað sær fígging til útgávuna.