Fjórða sesongin í røðini True Detective kemur út á HBO Max seinni í ár. Tá er føroyingurin Marita Dalsgaard við.
Á Facebook síðu sínari skrivar Marita soleiðis:
"Trúgvi hon, ið trúgva vil, men eg havi altso spælt saman við Jodie Foster, so um tey ikki hava klipt meg heilt út, so daga vit undan kavarokinum einaferð í heyst. At hava skift replikkir við Jodie, hvat meira kann ein sjónleikarinna ynskja sær?"