Sunnudagin fekk Marius Danielsen boð um, at hann er ein av vinnarunum í Georg Mohr støddfrøðiskappingini. Tað merkir, at hann fer til Danmarkar at luttaka á einum vinnaraskeiði 25.-28. februar, sum tann einasti úr Føroyum. Tað eru 10 ár síðani, at nakar úr Føroyum hevur verið millum vinnararnar.
Á skeiðnum skulu tey til undirvísing, royndir og fyrilestrar við tí endamáli at senda nøkur víðari til kappingar í støddfrøði. Ein partur er eisini at vera saman við øðrum, sum hava áhuga fyri støddfrøði.