Magna Reid Joensen í Sandavági verður nú í Meg minnist. Uppvaksin í Klaksvík. Fór ung til Sandavágs at vera lærari. Har giftist hon og setti búgv. Magna er dóttir Petrinu f. Poulsen úr Stovu-garðinum og Robert Joensen á Eiðinum í Klaksvík. Mamman lærdi hárfríðkan í Havn og læt upp egna salong hjá Magniciu á Biskupstøð. Arbeiddi eitt skifti í Kbh. Robert Joensen f. 1912 varð kendur sum kommunuskrivari í Klaksvík og fjølbroyttur rithøvundur. Tók prelininerprógv og stu-dentsprógv í Rønde og Hjørring. Las í Århus og Keypmannahavn. Lærugreinin var gudfrøði.