Rakistovan hjá Heina Martini var sum eitt annað undirhús í Sørvági. Har komu fólk at tosa um dagsins mál. Korini vóru mangan smá, men spennandi var at telja pengarnar upp upp undir høgtíðir. Heina Martin ferðaðist um landið sum agentur fyri ymsum vørum, og eina tíð umboðaði hann norskar sildartunnur í Føroyum. Tá stóð stundum væl til. Hann hevði fyrsta stálband í Sørvági. Tordur fór fyrsta túr til skips við sluppini ?Henry Freemann? til Íslands. Síðani fór hann á realskúla, og eftir lokið prógv fór Tordur aftur til skips við toftatrolaranum?Havborgini?. Teir fóru til Grønlands.