Magna, systirin Súsanna og mamman Petrina vóru tríggjar mánaðir í Danmark summarið 1955. Systirin vildi illa heimaftur, men eftirlíkaði. Seinni fór hon niður á skúla, og var lítið aftur í Føroyum. Magna tók realprógv í Klaksvík og fór niður á ítróttaskúla í Ollerup. Foreldrini mæltu henni til at fara á læraraskúla, og hon tók progv í Havn í 1967. Nú stóð henni í boði starv á fram-haldskúlanum á Giljanesi. Har vesturi hitti hon Magna Thomassen, sum hon áður hevði upplivað sum hondbóltsdómara.