Eftirnavnið Samuelsen hjá hornafólkunum kemur úr Kollafirði. Sámal Dánjal á Miðgerði kom suður at vera uppsitari á amtmansgarðinum. Kona hansara var Elsa Birgitta Jakobsdatter av Kamarinum. Dánjal í Horni, sum var abbi Sjúrð, var fyrsta barnið, sum tey fingu í Havn. Tey bygdu seinni í Bø, haðani teir fyrstu góðu kappríðararnir vóru. Sjúrður fór úr skúlanum 14 ára gamal í læru á Skipasmiðjuni. Seinni tók hann bæði víðkaðan maskinmeistara og merkonom. Var onkrar túrar við Skálabergi og Magnusi Heinasoni, sum høvdu dampmaskinu. Góð tvey ár var hann við trolaranum ?Pamiut? hjá KGH.