Sjúrður, konan og elsta dóttirin høvdu nøkur góð ár í Grønlandi. Túrarnir við ?Pamiut? vóru ikki so langir, eina til tvær vikur, og fiskiskapurin var góður. Grønlendsku trolmenninir høvdu verið á skúla og dugdu sítt. Ein túr vóru teir við Labrador og fiskaðu fult skip av svartkalva. Hann arbeiddi sjey ár hjá SEV á Sundi. Haðani f+or hann til Statens Skibstilsýn í Havn. Tað var eitt á hugavert arbeiði, sum hann hevði í 35 ár. Frítíðaráhugamálini eru framvegis mong. Eini eru tónleikur og sangur. Onnur eru trøðin, rossini, seyðurin, hønurnar og veltingin.