Absalon Absalonsen er føddur og uppvaksin í Vági. Mamman, Frida, var vágbingur, dóttir Ólav Mikkelsen í Brekkugerði og Olevinu í Tøðuni, og pápin var Marius Absalonsen av Viðareiði.
Absalon hevur siglt nógv. Síðani hann legðist upp á land 67 ára gamal, hevur hann røkt frítíðarítrivini at mála og skriva.
Í einari skaldsøgu hevur hann lýst hungursárini í Føroyum í 1700- og 1800-talinum og fyrstu royndirnar hjá føroyingum við hetlendskum fiskiskipum, áðrenn føroyingar fingu sær skip sjálvir. Nógvir suðringar búsettust í Skotlandi og Onglandi.