Alex Sólstein er klaksvíkingur við ættarbondum til Havnar, Tjørnuvíkar og Leirvíkar. Hann er sonur Palla Sólstein úr Stovugarðinum, sum starvaðist eitt mannaminni í fyritøkuni hjá Kjolbrø, og Elsebeth Bergittu, dóttir Petur Bakaran úr Havn.
Alex tók studentsprógv og læraraprógv í Havn og tók 30 ára gamal við sum skúlastjóri í Klaksvík. Hann hevur stóran áhuga fyri tónleiki og hevur spælt dúgliga við Klaksvíkar Hornorkestri, Tórshavnar Musikkskúla og Føroya Symfoniorkestri.
Fyrsta sendingin snýr seg um ættarbond og barnaárini í Klaksvík.