Fyrstu árini í Havn búði Alex Sólstein hjá skyldfólki úr Horni og lærdi at spæla violin hjá Eriki Petersen. Eftir studentsprógvið fór hann á læraraskúla. So fáir næmingar vóru har um tað mundið, at fólk við studentsprógvi kundu taka læraraprógv eftir tveimum árum við nøkrum eykalærugreinum.
Haðani fór hann til Klaksvíkar at undirvísa. Tvey ár miðskeiðis í fimmtiárunum var Alex á Læraraháskúlanum í Danmark og fekk sær víðari útbúgving í máli og sangi. Í 1961 varð hann skúlastjóri fyri stundum 1000 næmingum og 50 læraranum.