Anna Sofía Restorff gekk í nonnuskúla í fimm ár og síðani í realskúla, har Jógvan við Ánna var flokslærari. Var telefondáma á telefonstøðini, á háskúla í Danmark og steðgaði á hjá einum tryggingarfelag í Keypmannahavn.
Afturkomin var hon skrivari hjá Landsverki, men fór so niður aftur við manninum, sum fór á læraraskúla. Í Århus las Anna Sofía til petagok. Arbeiddi síðani í barnagarðinum á skúlanum á Trøðni, har hon var lærari, til hon legði frá sær.
Sangur og tónleikur hava verið ítrív, og í áttatiárunum var hon við í friðargongunum og sang í Mjørkadal.