Frá studentaskúlanum á VBV fór Bárður Jákupsson á Askov háskúla. Hetta var ein áhugaverdur vetur. Hugurin stóð til tekning og máling, men ivasamt var, um livast kundi av tí. Tí fór hann á læraraskúla í Hjørring og tók prógv eftir trimum árum. Síðani fór Bárður á Málaraskúlan á Kunst-akademinum í Keypmannahavn. Lærari var professarin Mogens Andersen. Eftir tvey ár har bað Steinbjørn Jacobsen hann koma at hjálpa sær við Føroya Fólkaháskúla. Samstundis arbeiddi hann fyri Fornminnissavnið við framsýningum heima og uttanlands eins og tíðarritinum Mondli.